


Hoyvík Vindeygavask er eitt einstaklingavirki sum, við serlig fokus á støðufesti og ordiligt arbeiði, hevur 19 ára royndir sum sjálvstøðugur vindeygavaskari í Føroyum.
Endamálið?
“Gjølliga kundatænastu í føstum rammum” er kanska tann setningurin ið lýsir endamálið hjá virkinum á bestan hátt – og tann kundaupplivingin tú fært.
Hvar?
Tórshavn (herundir Argir, Norðasta Horn og Hoyvík), Hósvík, Hvalvík, Steymnes og Kollafirði.
Nær?
Fært tú eina fasta vaskiavtalu við meg antin hvønn mánað, annan hvønn ella 3. hvønn mánað ... ja, so sært tú gott út alt árið.
Hvør & hvussu?
Eg veiti sjálvandi tænastu bæði hjá virkjum og privat, við bæði HydroPower (Pure Water) DI-filturtøkni (vanliga kallað "ultra reinum vatni") og vanligum vindeygavaski.
Brúka oyðublaðið til at bíleggja antin eitt tilboð ella vasking, beinleiðis. Tað er bæði lætt og skjótt, og allar sambandsupplýsingar eru við í fyrispurninginum. Møguleiki er eisini at áseta sermerkt ynski t.d. ein ávísan dag.
Hví so nettup Hoyvík Vindeygavask?
Tí føroyska veðurlagið setur høg krøv til vindeygavask - og tað geri eg eisini!
Samstundis er vindeygavask í Føroyum ikki bara pynt; tað er neyðugt! so tað eigur at verða gjørt bæði væl og regluliga.
vinarliga
Thomas Jacobsen
Hoyvík Vindeygavask