Stutt sagt um Hoyvík Vindeygavask
Hoyvík Vindeygavask er eitt einstaklingavirki sum, við serlig fokus á støðufesti og ordiligt arbeiði, hevur 18 ára royndir sum sjálvstøðugur vindeygavaskari í Føroyum. “Gjølliga kundatænastu í føstum rammum” er kanska tann setningurin ið lýsir endamálið hjá virkinum á bestan hátt – og tann kundaupplivingin tú fært.
Landafrøðiligt veiti eg tænastu til ein kundaskara í Tórshavn (herundir Argir, Norðasta Horn og Hoyvík), Hósvík og Kollafjørður. Fært tú eina fasta vaskiavtalu við meg antin hvønn manað, annan hvønn ella 3. hvønn mánað... ja, so sært tú gott út alt árið. Eg veiti sjálvandi tænastu bæði hjá virkjum og privat, við bæði HydroPower (Pure Water) DI-filturtøkni (ultra reinum vatni) og vanligum vindeygavaski. Brúka oyðublaðið til at bíleggja antin eitt tilboð ella vasking, beinleiðis. On-line bílegging er bæði lætt og skjótt, og allar sambandsupplýsingar eru við í fyrispurninginum. Møguleiki er eisini at áseta sermerkt ynski t.d. ein ávísan dag. Hví so nettup Hoyvík Vindeygavask? Tí føroyska veðurlagið setur høg krøv til vindeygavask - og tað geri eg eisini! Samstundis er vindeygavask í Føroyum ikki bara pynt; tað er neyðugt! so tað eigur at verða gjørt bæði væl og regluliga.
vinarliga Thomas Jacobsen Hoyvík Vindeygavask
vindeygavask eitt tilboð uppá vindeygavask
uttan innan Eg eri áhugaður í eina fasta avtalu um vindeygavask